Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool kiksa ímóti Aston Villa

Kravið var ein sigur til Liverpool fyri at varðveita trúnna á Champions League luttøkuna næsta kappingarár.

Aston Villa byrjaði best í dystinum, og tá ið 21 minuttir vóru farnir, fekk útiliðið eitt brotspark, men Ollie Watkins brendi. Hettar er aðru ferð, at Watkins hevur brent brotspark í Aston Villa troyggjuni.

Men tað skuldi ikki ganga lang tíð, áðrenn Aston Villa aftur fingu møguleikan. Hesaferð eydnaðist Jacob Ramsey at fáa bóltin í netið við einum innleggi úr høgru síðu.

Aston Villa var á odda, tá ið farið var til hálvleiks.

Ein VAR støða spældi seg út, tá ið Coady Gakpo fekk bóltin í netið. Dómarin John Brooks meinti at Virgil Van Dijk var offside, eftir at bólturin hevði rakt Aston Villa leikaran Ezri Konsa. Ivamál var um tað kundi sigast at verða ein nýggj spælistøða, men dómarin undurkendi hettar málið og støðan var enn 1-0 til Aston Villa.

Tá ið 20 minuttir vóru eftir at leika, komu Roberto Firmino og James Milner á vøllin fyri seinastu ferð á Anfield Road. Fýra leikarar eru uttan sáttmála aftaná summarferiuna, teir eru Roberto Firmino, Naby Keita, James Milner og Alex Oxlade-Chamberlein.

Bobby Firmino fekk spælt ein stóran leiklut, tá ið hann javnaði í seinasta minutti eftir vanligari leiktíð.

Dómarin legði 10 minuttir afturat, men Aston Villa verjan stóð stinn og kundi spæla ein javnleik á Anfield Road.

Hettar merkir at Liverpool allarhelst fara at spæla Europa League næsta kappingarár. Tá ið Manchester United vann á útivølli ímóti Bournemouth, skal United tapa teir seinastu tveir dystirnar, fyri at Liverpool skal hava kjans at røkka teimum.

Les eisini...  Liverpool snýttir fyri brotsspark?

Aðrir dystir vóru eisini leiktir í dag og úrslitini vóru hesi:

Bournemouth – Manchester United 0-1 (0-1)

9′ Casemiro 0-1

Fulham – Crystal Palace 2-2 (1-1)

34′ Odsonne Edouard 0-1

45+5′ Aleksandar Mitrovic 1-1

61′ Aleksandar Mitrovic 2-1

83′ Joel Ward 2-2

Liverpool – Aston Villa 1-1 (0-1)

27′ Jacob Ramsey 0-1

89′ Roberto Firmino 1-1

Wolves – Everton 1-1 (1-0)

34′ Hwang Hee-chan 1-0

90+9′ Yerry Mina

Tottenham – Brentford 1-3 (1-0)

8′ Harry Kane 1-0

50′ Bryan Mbeumo 1-1

62′ Bryan Mbeumo 1-2

88′ Yoane Wissa 1-3