Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Alsamt fleiri fáa sær el-bil

Skrásetingin av el-bilum er næstan tvífaldað hetta seinasta árið

Í byrjanini av 2022 vóru 603 el-bilar skrásettir í Føroyum. Tá vit komu inn í hetta árið var talið næstan tvífaldað til 1.106 el-bilar, so ikki annað kann sigast, at sølan av el-bilum hevur rættiliga tikið dik á seg hesa seinastu tíðina.

Til samanberingar kann sigast, at fyri tíggju árum síðan vóru bert tríggir av gott 20.000 persónbilunum í Føroyum el-drivnir. Í 2019 vóru el-bilarnir komnir upp á 99, og fyrst í hesum árinum er talið altso komið upp á 1.106 el-bilar.

Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum.

Skrásettir el-bilar síðan 2012

Tøknilig menning og størri útboð sett fer á søluna av el-bilum
Mett verður, at tøkniliga menningin er ein av fremstu orsøkunum, hví fleiri el-bilar verða keyptir í dag, enn fyri nøkrum árum síðan. Eisini eru battaríini vorðin betri, so til ber nú at koyra millum 300 og 400 kilometrar upp á eina løðing.

Seinastu árini eru eisini alsamt fleiri el-bilar komnir á marknaðin, og tí væntar Vinnuhúsið, at hendan gongdin fer at halda fram, tá ið triði hvør persónbilur í Føroyum um fimm ár verður ein el-bilur.

Skjótt vaksandi talið av el-bilum fer at seta stór krøv til útbygging av infrakervinum við løðistøðum til el-bilar, kring alt landið, hesa komandi tíðina, og tí væntar Vinnuhúsið, at tað verður stórur tørvur á fleiri el-løðistøðum komandi tíðina.

Kelda: Vinnuhúsið