Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain

Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya

Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai 2023. Hon hevði umleið 100 gram av kokaini uppi á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.

Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðan framstillaði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hon bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið var fyri í Føroya Rætti.

Kvinnan játtaði seg seka í ákærunum.

Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst eitt ára fongsulsrevsing, og hesum tók Føroya Rættur undir við.

Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin.

Les meira: Høvdu rúsevni uppi á sær