Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya spæla ímóti Kekkia og Albania í juni

Nú ber til at keypa atgongumerki til heimadystirnar móti Kekkia og Albania, sum verða á Tórsvølli 17. og 20. juni

Fríggjadagin 17. juni klokkan 19:45 spælir føroyska manslandsliðið fyrsta heimadystin í verandi EM-undankapping, tá Kekkia kemur hendan vegin á vitjan.

Og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, eisini klokkan 19:45 er mótstøðuliðið Albania.

Atgongumerki til dystirnar eru nú byrjað, og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og í fyrstu atløgu verða 2.000 atgongumerki til hvønn dyst sett til sølu.

Kostnaður
Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.
Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.
Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.

Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, samstundis sum nýggju ljósini eru um at verða klár, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.

Skráin 2023
17. juni kl. 19:45 Føroyar – Kekkia
20. juni kl. 19:45 Føroyar – Albania
10. sept. kl. 17:00 Føroyar – Moldova
12. okt. kl. 19:45 Føroyar – Pólland

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo