Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Funnu tvær minur afturat

Eftir at ein stuttleikakavari fann eina minu í Lambavík, so funnu kavarar frá Hvidbjørnen tvær minur afturat

Tað var mikudagin í farnu viku, at ein stuttleikakavari sá eina minu á havsins botni skamt út frá støðni í Lamba. Maðurin tók mynd av henni og sendi hana til myndugleikarnar.

Nakrar tíma seinni kom Hvidbjørnen á Lambavík, og kavarar fóru at kanna økið, har stuttleikakavarin hevði sæð eina minum.

Eftir nærri kanningar kundi staðfestast, at har vóru tvær minur afturat, so í alt tríggjar minur frá seinna heimsbardaga vórðu funnar, sum eru av slagnum MK 16, ið teir sameindu brúktu at verja sjóøki undir krígnum.

Tvær av minunum blivu sprongdar leygardagin, og tann triðja verður sprongd í dag, skrivar Ove Ritter, chefsersjantur í Arktisk Kommando.

Les meira her: Mina funnin í Lambavík

Myndin, sum stuttleikakavarin hevur tikið.

Tað var miðskeiðis í farnu viku, at ein stuttleikakavari var farin at kava skamt út fyri støðna í Lamba

Stuttleikakavarin skal vísa kavarum frá Hvidbjørnen, hvar hann sá minuna

Tað verður gjørt klárt at hevja eina minu úr havsins botni

Ein kontrollerað spronging verður gjørd av tveimum minum. Triðja kontrolleraða sprongingin verður í dag