Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heðin: Fløtan í Hoydølum verður ikki til parkeringspláss

Eftir at tað í vikuskiftinum kom fram, at Tórshavnar býráð hevði í hyggju at broyta byggisamtyktina fyri, so sigur borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, at tað ikki er rætt. Tilfar um broytingina liggur frammi á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu og í Snarskivuni í Havn

Í vikuskiftinum kom fram, at Tórshavnar býrað hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri fløtuna í Hoydølum, soleiðis at hon kann umskapast til eitt stórt parkeringspláss, og tað skapti mikla øsing á sosialu miðlunum.

Ætlaða byggisamtyktarbroytingin liggur annars frammi til almenna hoyring í hesum døgum.

Nú svarar Heðin Mortensen upp á atfinningarnar um ætlanina, at fløtan í Hoydølum skal gera til eitt stórt parkeringsøki.

– Fólk flest vita, at býráðið ongan ræðisrætt hevur í Hoydølum. Tórshavnar kommuna eigur ikki Hoydalar, hvørki jørð, fløtu og bygningar – ikki eingang vegin oman í Hoydalar. Hetta er ogn og ábyrgd hjá tí almenna og tí er skotið rættiliga langt við síðuna av, tá sitandi býráð eisini fær skuldina fyri at bygningar og umhvørvið í Hoydølum ferst í órøkt. Hesum hevur Tórshavnar kommuna onga ábyrgd av, skrivar Heðin Mortensen í lesarabrævi til miðlarnar.

Hann vísir á, at tað almenna og Tórshavnar kommuna hava gjørt eina frílendisavtalu, har øll skipan av lendinum í Hoydølum skal gerast í samstarvi við allar viðkomandi myndugleikar, soleiðis at lendið kann verða til gagns fyri almenningin.

– Gamla Sanatoriutrøðin er ogn hjá Innlendismálaráðnum og løgd til Umhvørvisstovuna at umsita. Partur av avtaluni um kampusøki á Frælsinum er, at landsstýrið ger eitt sundurbýti í Hoydølum, so at Studentaskúlin kann seljast Tórshavnar kommunu. Fyri at sundurmatrikkulera økið er tað eitt krav, at byggisamtyktin verður broytt, skrivar hann víðari.

Tí sigur hann, at tað er ongin ætlan at byggja nakað afturat í Hoydølum, og at kommunan ongan áhuga hevur í at fara út á fløtuna.

Les eisini...  Serstakur toppskjútti

Hann vísir hinvegin á, at broytingin av byggisamtyktini verða eina fortreyt fyri ummatrikuleringini. Og tað, at ein tekning vísir eina matrikkkullinju, merkir sambært borgarstjóranum ikki, at alt økið innanfyri matrikkulin skal fyllast við parkeringsplássum.

Borgarstjórin skrivar víðari, at hesar broytingar eru avgerandi fyri, at sølan millum tað almenna og kommununa kann fremjast, soleiðis at kampusøkið á Frælsinum skjótast verður veruleiki.

– Verður málið um yvirtøku av Hoydølum ikki loyst – so verður heldur onki av kampus úti á Frælsinum, slær Heðin Mortensen fast.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av almennu byggisamtyktini, liggur frammi á síðuni hjá Tórshavnar kommunu og í Snarskivuni í Havn fram til 27. juni 2023.

Broytingarnar eru treytaðar av loyvi frá friðingarmyndugleikanum.

Broytingin í byggisamtyktini sær soleiðis út:

Tað er økið, sum er markerað við reyðum, sum broytta byggisamtyktin snýr seg um.