Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sigrið Jensdóttir Dalsgaard aðalstjórnarforkvinna í Tjóðveldi

Aðalstjórnarformaðurin seinastu tvey árini hevur takkað fyri seg, og á flokstinginum hjá Tjóðveldi um vikuskiftið varð Sigrið Jensdóttir Dalsgaard tí vald sum aðalstjórnarforkvinna

Á flokstinginum hjá Tjóðveldi á Sandi um vikuskiftið varð Sigrið Jensdóttir Dalsgaard vald til aðalstjórnarforkvinnu, eftir at Rógvi Nybo takkaði fyri seg sum aðalstjórnarformaður eftir tvey ár.

Tað var Eysturoyar Tjóðveldisfelag, sum hevði Sigrið Jensdóttir Dalsgaard í uppskoti, og flokstingið samtykti einmælt at velja Sigrið í sessin.

Í viðtøkunum fyri flokkin stendur, at flokstingið skal velja eitt næstforfólk, sum eisini verður aðalstjórnarforfólk, og at løgtingslimir ella landsstýrisfólk floksins kunnu ikki vera í uppskoti.

-Eg vil arbeiða fyri, at okkara fólkavaldu koma tættari at økisfelagnum, soleiðis at virðini og politikkurin hjá Tjóðveldi er grundfestur um alt landið, sigur Sigrið Jensdóttir Dalsgaard.

-Tað er givið, at tað, sum nú, fara at vera tíðarskeið, har fleiri økisfeløg ikki hava ein frá sínum lista á tingi ella í landsstýrinum. Men økisfeløgini skulu kunna kenna seg aftur í teimum lógaruppskotum, sum verða borin á ting og hava møguleika fyri at siga sína hugsan um uppskotini ígjøgnum aðalstjórnina. Í stuttum, so vil eg arbeiða fyri einari politiskt aktivari aðalstjórn, sigur Sigrið Jensdóttir Dalsgaard.

Sigrið Jensdóttir Dalsgard er útbúgvin byggiverkfrøðingur og hevur ein yvirbygning í KT. Sigrið Jensdóttir Dalsgaard hevur arbeitt innan KT og byggiverkfrøði í privata og kommunala geiranum.

Eisini stillaði Sigrið Jensdóttir Dalsgaard upp til løgtingsvalið í 2022 og fekk 201 persónligar atkvøður.