Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spyr landsstýriskvinnuna um giktasjúklingaøkið

Jacob Vestergaard spyr landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Margit Stórá, hvussu tað stendur til hjá giktasjúklingum í Føroyum

Í farnu viku kom fram, at giktafelagið í Føroyum hevði sett eitt undirskriftaátak í verk, fyri at fáa giktalæknan Pero Soré aftur í starv. Eisini danska serlæknafelagið vil hava Landssjúkrahúsið at ógilda uppsøgnina hjá Pero Soré, tí hann segði upp í sinnismuni, men slapp ikki at taka uppsøgnina aftur, og felagið hevur tí stevnt Landssjúkrahúsinum.

Fríggjadagin í farnu viku setti Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, hvussu stendur til hjá giktasjúklingum í Føroyum. Sambært honum, so er tað nakað sum týður uppá, at giktarsjúklingar í Føroyum sum heild eru harðari raktir enn giktarsjúklingar í Danmark, men giktarsjúklingar kenna seg sleptar uppá fjall.

Hann vísir á, at giktarsjúkurnar eru áleið 200 í tali, og tað tekur tíð at finna út av, hvat hjálpir hvørjum einstøkum sjúklingi.

– Staðfest er, at biologiskur heilivágur hjálpir hjá flestu giktarsjúklingum, har annar heilivágur ikki hjálpir. Haraftrat er vandi fyri, at um sjúklingur ikki fær heilivág, ið hjálpir, so gert viðkomandi fyritíðarpensiónistur. Tað er óskiljandi, at hesin heilivágur, sum veruliga kann hjálpa giktarsjúklingum, verður spardur burtur. Talan er ofta um menniskju, sum eru tvungin til at liva við pínu og øðrum árinum av hesi herviligu varandi sjúku.

– Ein visitatiónsnevnd er sett at meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð. Tað løgna er, at ongin serlækni í reumatologi situr í visitatiónsnevndini, hóast tað eru serlæknar í reumatologi, ið eru best skikkaðir at meta um, hvørjir giktarsjúklingar skulu sleppa í klimaviðgerð, skrivar hann millum annað í fyrispurninginum.

Tí hevur Jacob Vestergaard sett fram hesar spurningar til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Margit Stórá:

Les eisini...  Stjórnin - politikkur á skák nr. 01

1. Hvussu nógvir giktarsjúklingar eru í Føroyum,og hvussu er lutfallið millum giktarsjúklingar í Føroyum og Danmark?

2. Hví fáa giktarsjúklingar ikki biologiskan heilivág, tá biosimilærur heilivágur ikki riggar?

3. Hví er ongin reumatologur partur av visitatiónsnevndini, sum skal meta um, hvørjir giktarsjúklingar sleppa í klimaviðgerð?