Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bordeaux biðlar til fremstu fronsku deildina

Í løtuni liggur Girondins de Bordeaux væl fyri til at flyta upp aftur í bestu fronsku deildina, har 2 dystir eru eftir at leika. Tann 23. mai 1937 vann Bordeaux fyrsta franska meistaraheitið og felagið hevur síðani vunnið sær eina góða støðu millum fremstu fronsku liðini við 6 meistaraheitum og trimum steypasigrum.

Felagið varð stovnað 1. oktober 1881 sum Girondins Ítróttarfelag og hevði ymiskan ítrótt á breddanum: Fimleik, skotvenjing, svimjing, rógving og nevaleik. Fótbóltsspælið var lagt afturat í 1910, men tikið burtur aftur árið eftir. Síðani 1919 hevur fótbóltsspælið verið fastur partur av felagnum.

Stjórnarskeiðið hjá forsetanum Olivier Lhose-Clos byrjaði í 1934 og í 1937 vann Bordeaux seg í steypafinaluna fyri áhugafeløg ímóti FC Scionzier. Dysturin varð spældur á Stade de Colombes í París sum undandystur áðrenn landsdystin millum Frakland og Írland; Bordeaux vann finaluna 2-1.

Í 1940 vann Bordeaux fyrstu steypafinaluna og meistaraheitið í 1950. Glæsiligasta tíðarskeiðið hjá felagnum var í 1980-árunum, tá felagið vann trý meistaraheiti (1984, 1985 og 1987) umframt tvær steypafinalur (1986 og 1987). Higartil seinasta og sætta meistaraheitið vann felagið í 2009.

7 danir hava umboðað Bordeaux gjøgnum árini: Bent Jensen, Niels-Christian Holmstrøm, Jesper Olsen, Jakob Friis-Hansen, Lukas Lerager, Martin Braithwaite og Andreas Cornelius.