Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Einki bendir á seinkingar við Sandoyartunlinum

Tað er einki, sum bendir á, at Sandoyartunnilin ikki verður liðugur til tíðina, sigur løgmaður, sum hevur spurt tunnilsfelagið um eina ósemju við arbeiðstakaran, NCC

Tað er einki, sum bendir á, at Sandoyartunnilin ikki verður liðugur til sáttmálasettu tíðarfreistina.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari Jacob Vestergaard, tingmann fyri Fólkaflokkin.

Jacob Vestergaard setti fyri tveimum vikum síðani fyrispurning til løgmann um tunnilin, tí at tað frættist, at ein ósemja hevði tikið seg upp millum tunnilsfelagið og arbeiðstakaran NCC um at gera Sandoyartunnilin lidnan.

Stjórin í P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnil, Teitur Samuelsen, vildi tá ikki gera viðmerkingar til málið, men segði, at hann fór at svara upp á spurningum um møguliga ósemju umvegis fyrispurningin til løgmann.

Og løgmaður hevur altso fingið svar frá tunnilsfelagnum, tí greitt er, at eingin ósemja er um at gera sjálvan tunnilin lidnan lidnan.

Aksel V. Johannesen sigur í svarinum, at sáttmálin millum byggiharran og arbeiðstakaran er umfataður av ABF 06, sum er Almindelige Betingelser fyri Arbejder og Leverancer I Bygge- og Anlægsvirksomhed, og sum nágreinar samstarvið millum partarnar. 

Vanligt er, at ein slíkur sáttmáli millum annað inniheldur tíðarfreistir fyri nær ymisk arbeiði skulu vera liðug. Áðrenn hesar tíðarfreistir, er tað arbeiðstakarin, sum hevur allan rætt til at leggja til rættis síni arbeiði, og nær teir ymisku staklutirnir verða viðgjørdir.

Og byggiharranum kunnugt, er tað ikki nakað, sum bendir á, at umrøddi arbeiðstakari ikki klárar at halda sínar tíðarfreistir sambært sáttmálanum.

Jacob Vestergaard vildi eisini hava at veita, um undirarbeiðstakarar ikki sleppa framat í tunlinum, fyrr enn NCC er liðugt við sítt arbeiði.

Til hetta svarar løgmaður, at undirarbeiðstakarar hava verið í tunlinum og gjørt ymisk arbeiði eftir avtalu við høvuðsarbeiðstakaran, og eftir ætlan fara teir inn aftur í tunnilin at arbeiða, tá arbeiðið hjá høvuðsarbeiðstakaranum er komið longri.