Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EM í Týsklandi: Bert 42 atgongumerki eru eftir

EM-atgongumerkjasølan hevur gingið sera væl. Nú eru bert 42 atgongumerki eftir í føroysku sektiónini til EM-endaspælið hjá manslandsliðnum í hondbólti í Berlin

Bert 42 atgongumerki eru nú eftir í føroysku sektiónini til EM-endaspælið hjá manslandsliðnum í Berlin.

Tað skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu sínari.

– Verður talt saman, so hava á umleið 2.500 føroyingar longu tryggjað sær atgongumerki til teir tríggjr dystirnar í bólkaspælinum. Føroyingar sita higartil í sektiónunum 406, 407, 408, 201, 217, 218, 219, 220 og 104, skrivar Hondbóltssambandið.

– Um tú ynskir at keypa eitt ella fleiri av teimum 42 atgongumerkjunum, sum eru eftir av teimum, sum eru tillutaði føroyingum í gjøgnum Hondbóltssambandið, kunnu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa.

MEN’S EHF EURO 2024 (eventim.de)

Hondbóltssambandið skrivar, at møguleiki er eisini at keypa ígjøgnum vanligu heimasíðuna og ynskir tú at sita saman við føroyingum, er til dømis møguleiki at keypa í 202 og 205, har smærri føroyskir bólkar eisini sita.
MEN’S EHF EURO 2024 (eventim.de)

Leysasølan av atgongumerkjum til dystirnar hvør sær verða til keyps frá 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar kl. 18.00 (týsk tíð): Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar 20.30 (týsk tíð): Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar kl. 18.00 (týsk tíð) : Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Kelda: hsf.fo