Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

FM1 fer at hava kappróðrarsendingar

Sum nakað nýtt í summar, verða kappróðrarsendingar á skránni á FM1 fríggjadagar. Tann fyrsta verður send fríggjadagin 2. juni

Leygardagin 3. juni verður fyrsti FM-róður á norðoyastevnu. 

Gott og væl 90 manningar hava meldað til luttøku til fyrsta róðurin í ár, og eru tað nakrar manningar fleiri, enn til fyrsta róðurin í fjør. Størsti bólkurin er barnaróður gentur, sum aftur í ár mugu rógva innleiðandi róðrar, har tíggju tær bestu rógva finalu.

Sum nakað nýtt fer FM1 at senda kappróðrarsendingar hvønn fríggjadag frá klokkan 15-16 frá 2. juni til 27. juli.

Vertur verður Petur í Gong, sum er kendur innan kappróðrarheimin. Petur fer at hava ymiskar gestir við til allar sendingarnar. 

Nakrar broytingar eru í skipanini av kappróðrum í ár og framyvir, í mun til undanfarin ár. Stevnufyrireikarar og umboð fyri Róðrarsambandið hava fingið størri ábyrgd innan trygdina, tá kappróður verður fyriskipaður og avgreiddur.  

Fjarðastevnan, sum skuldi verða á Strondum í ár er, vegna serligar umstøður, flutt inn á Skála.

FM-róðrarnir verða soleiðis:

  •   3. juni norðoyastevna í Klaksvík
  • 17. juni sundalagsstevna í Hósvík
  • 24. juni Jóansøka á Tvøroyri
  •   1. juli varmakelda í Fuglafirði
  •   8. juli fjarðastevna á Skála
  • 15. juli vestanstevna í Miðvági
  • 28. juli Ólavsøka í Tórshavn.

Øll kort yvir róðrarøkir verða í løtuni dagført og koma at standa á heimasíðuni hjáRróðrarsambandinum, rsf.fo, í komandi viku.

Har er eisini tilskilað, hvussu rógvast skal út á upphitingarøkið og til startin. Rógvarar skulu geva hesum kortunum gætur, skrivar Róðrarsambandið á heimasíðu sínari.