Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólk virða ikki skeltingina á Sundsvegnum

Fólk virða ikki, at Sundsvegurin er einsrættaður komandi vikurnar, so tí var løgreglan ein túr framvið økinum í gjár, har nakrar bøtur vórðu skrivaðar

Í sambandi við grevstri fyri rør og kaðalarbeiði á einum parti av Sundsvegnum, er vegastrekkið frá Birnugøtu til Undir Svartafossi einvegis omaneftir, tó at bussleiðin hjá Tórshavnar kommunu hevur loyvi at koyra niðaneftir.

Men hóast løgreglan nakrar ferðir hevur verið á staðnum og vegleitt fólk, so virða fólk ikki skeltingina á Sundsvegnum.

Í gjár var Føroya Politi ikki so lagalig sum hon annars hevur verið seinastu dagarnar, tí nú var blokkurin tikin fram, ið hevði við sær, at 12 bilførar fingu bót fyri ikki at virða galdandi ferðslureglur á staðnum.

Sambært Tórshavnar kommunu, so verður vegastrekkið á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – einvegis omaneftir fram til 15. juni 2023.