Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frankfurt fyrimun av heimavølli

Tann 23. mai 2002 var Frankfurt vertur og vann fyrstu UEFA Women’s Cup finaluna, tá tær vunnu 2-0 á Umeå úr Svøríki.

Hóast UEFA fyrstu ferð skipaði fyri kapping millum kvinnulandslið í 1969 og hevur skipað fyri regluligum EM-kappingum síðani 1982, so var Women’s Cup 2001-02 fyrsta av sínum slagi millum klubblið hjá kvinnum. Samanlagt luttóku 33 lið og eitt nú vann KÍ 2-1 á eysturríksku meistarunum úr Landhaus Wien.

Bæði Frankfurt og Umeå vístu seg fram í bólkaspælinum, tá hvørki av liðunum settu stig til og fingu ein málmun á ávikavist +24 og +10 (stóri málmunurin hjá Frankfurt stavaði í høvuðsheitum frá dystinum ímóti CSC Yerevan, har tær vunnu 18-0 í síðsta dystinum í bólkaspælinum).

Fleiri enn 12.000 fjepparar sóu finaluna á Waldstadion in Frankfurt. Tað var ein javnur dystur og tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Frankfurt fekk bóltin í málið. Tað var tann í Frankfurt-føddi verjuleikarin og týski landsliðsleikarin, Steffi Jones, sum legði vertirnar á odda. Verjurnar báðar stóðu seg framvegis best, til miðvallarleikarin og liðskiparin, Birgit Prinz, økti um málmunin til 2-0 í 89. minutti, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Liðini hava møtst tvær reisir aftur í finaluni, har Umeå vann í 2004 og Frankfurt vann í 2008.