Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrireika nýggja heildarverkætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum

Í gjár varð fyrsti fundur við politiska fylgibólkin í arbeiðinum við at fyrireika nýggju heildarverkætlanina um harðskap í parlagi og nærsambondum

Á landsstýrisfundi tann 26. januar í ár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, undirtøku fyri at fara undir arbeiðið at fáa gjørt nýggja heildarverkætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum.

Talan verður um umleið 20 átøk, sum skulu lýsast. Tilmælini til átøk verða skipað í tøttum samstarvi við harðskapsfakliga økið og eru ætlað til at menna og styrkja tey tilboð, sum í dag verða veitt harðskapsraktum fólkum og teirra avvarðandi, eins og teimum, ið fremja harðskap.

Í februar mánað varð arbeiðsbólkur settur. Tey, sum mannað bólkin, eru:

  • Anna Katrin Matras fulltrúi fyri Almanna- og mentamálaráðið og verkætlanarleiðari av Sig frá,
    forkvinna í arbeiðsbólkinum
  • Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúi fyri Løgmálaráðið
  • Høgni V. Warberg, fulltrúi fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið
  • Kristianna Balle, fulltrúi fyri Heilsumálaráðið

Ein politiskur fylgibólkur er settur at fylgja arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Politiski fylgibólkurin er mannaður við umboðum úr øllum flokkum og eru hesi:

  • Javnaðarflokkurin, Hans Jacob Thomsen
  • Fólkaflokkurin, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur
  • Tjóðveldi, Liljan Wheihe
  • Sambandsflokkurin, Johan Dahl, Eyðdis H. Niclasen møtti til fundin
  • Miðflokkurin, Steffan Klein Poulsen
  • Framsókn, Sólvit E. Nolsø

Á fundinum í gjár var framløga um arbeiðið higartil. Arbeiðsbólkurin hevur miðvíst arbeitt við at savna kunning og tilfar, eitt nú við hoyringum frá 33 ymiskum aktørum.

Kelda: Almanna- og mentamálaráðið