Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gaggurnar vóru avgerandi

Tann 23. mai 1954 vann Hannover 96 týska meistaraheitið á øðrum sinni, tá teir vunnu 5-1 á 1. FC Kaiserslautern. Og teir vunnu orsakað av einum lítlum fyrimuni í fótbúnaði.

Seks lið – fimm økisvinnarar og ein tveyari – vunnu sær rættin til at kappast um týska meistaraheitið. Liðini vórðu deild í 2 bólkar og bólkavinnarararnir spældu síðani finaluna á Volksparkstadion í Hamburg.

Áðrenn dystin fingu átta av teimum ellivu, sum byrjaðu dystin fyri Hannover 96, nýggjar Puma gaggur við serligum eginleikum – skrúvuknubbum. Puma hevði ment tøknibúnaðin gjøgnum fleiri ár og høvdu sent nýggja gagguslagið “Super Atom” á marknaðin í 1951. Tá 1. FC Kaiserslautern vann týska meistaraheitið í 1953, høvdu sjey av leikarunum Super Atom gaggur. Men í 1954 hevði Puma ment eitt betri gagguslag kallað “Brasil” og Hannover 96 valdi beinanvegin at brúka nýggju gaggurnar.

Talan man hava verið um stór framstig, tí hóast 1. FC Kaiserslautern legði seg á odda í 13. minutti, so svaraði Hannover 96 aftur við fimm málum á rað og tryggjaði sær ein knúsandi 5-1 sigur (harímillum eitt sjálvmál frá verjuleikaranum hjá Kaiserslautern, Werner Kohlmeyer, í 48. minutti). Tað var annað meistaraheitið hjá Hannover 96, tá felagið eisini hevði vunnið týska meistaraheitið í 1938.

Vesturtýskland gjørdi sær eisini dælt av “Brasil” undir HM 1954, tá liðið vann finaluna á Ungarn. So løgið tað ljóðar, so vóru fimm leikarar við frá Kaiserslautern (harímillum Kohlmeyer), men ongin frá Hannover.