Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Herverk í miðbýnum á Tvøroyri

Kommunan á Tvøroyri hevur sett blómupottar upp ymsastaðni í miðbýnum, men hesir hava ikki fingið frið at standa, tí onkur hevur framt herverk móti nøkrum av hesum pottum

Tvøroyrar kommuna hevur sett blómupottar upp í miðbýnum. Ætlanin við teimum er, saman við fríðkanini av trøðni við Roykstovuna, at skapa hugna og trivnað í miðbýnum, skrivar kommunan á sínum Facebook-vanga.

Men eftir øllum at døma eru tað ikki øll, ið ikki duga at síggja tað vakra í hesum og kenna eina trongd á at oyðileggja tað. Kommunan skrivar, at fyrsta uppgávan hjá Teknisku deild hjá kommuni í morgun, var at burturbeina tveir av hesum pottum, tí onkur hevði oyðilagt teir í nátt.

– Tvøroyrar kommuna var í fjør úti við eini grein um herverk og tað hjálpti upp á rákið, ið var tá. Tí skriva vit hesa grein, við teirri vón, at fólk boða løgregluni frá, um tey síggja hvør fremur hesi herverk. Tað kennist eitt sindur nyttuleyst at fríðka um í býnum, um alt verður oyðilagt stutt eftir, skrivar kommunan.

Í fjør heyst gjørdi Tvøroyrar kommuna eisini vart við, at óvanliga nógv herverk hevði verið á Tvøroyri tá.

Tá var tað spæliplássið í miðbýnum og vesið á økinum, har herverk varð framt ímóti, umframt at tøknin, sum stýrir gøtuljósunum í býnum, var brotin fleiri ferðir.

Tað sama var hent á havnalagnum, og hetta hevði tá við sær, at partar av býnum til tíðir vóru uttan ljós.

– Slíkt kann als ikki góðtakast og kann í ringasta føri viðføra lívshættisligar støður, segði kommunan tá og vísti tá á, at ljósini eru myndugleikakrøv, ið tæna trygdini á sjónum.