Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi verður eftirmett næsta vár

Fyri hálvum øðrum ári síðan var farið undir eina royndar- og menningarverkætlan við sálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Á vári næsta ár skal støða takast til, um henda skipanin skal halda fram og setast í verk í øðrum skúlum

Í fleiri ár hava røddir verið frammi um, at tørvur er á sálarfrøðingi í fólkaskúlanum at røkka teimum næmingum, sum lærarar og heilsufrøðingar ikki røkka.

Fyri eini tíð síðan søkti leiðslan í næststørsta skúlanum í landinum, Skúlatrøð í Klaksvík, Undirvísingarstýrið um tímar at fáa sálarfrøðing í starv. Skúlin fekk í fyrsta umfari noktandi svar frá Undirvísingarstýrinum, men um sama mundi søkti sálarfrøðingur um at sleppa at virka í skúlanum, sum so bleiv til eina royndar- og menningarverkætlan í eitt trý ára skeið.

Fyrstu tíðina var nógv merkt av korona, men hetta seinasta árið hevur royndarskipanin virkað eftir ætlan.

Tað sæst millum annað at lesa í svarinum frá Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í skúlamálum, til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, til skrivligan fyrispurning um sálarfrøðing í fólkaskúlanum.

Løgtingskvinnan spurdi, hvussu royndarverkætlanin við skúlasálarfrøðingi í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík roynist, og um nøkur ítøkilig ætlan er um at royna hesa royndarverkætlan á øðrum skúlum.

Landsstýrismaðurin sigur í svarinum, at royndarverkætlanin á Skúlatrøð verður endaliga eftirmett næsta vár.

“Skipanin er, at tað skal vera løtt og skjót atgongd hjá næmingum at koma til samtalu hjá sálarfrøðingi, soleiðis at til ber at seta inn tíðliga og hjálpa næmingum, sum ikki eru fevndir av øðrum skipanum sum til dømis Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna- og ungdómspsykiatriini (psykiatriska deplinum), men sum sjónliga stríðast við avbjóðingar, sum kunnu økjast og ávirka teirra lívsgóðsku. Higartil hava umleið 70 ymiskir næmingar nýtt skipanina við skúlasálarfrøðingi. Næmingarnir hava eitt nú havt ótta, lættari tunglyndi, lágt sjálvsvirði, sorg, verið merkt av hjúnaskilnaði og upplivað skakandi hendingar. Tað eru serliga eldru næmingarnir í skúlanum, sum hava nýtt skipanina. Starvsfólk ella foreldur gera sum oftast vart við tørvin, sum síðani verður tikin upp í einari visitatiónsnevnd, sum umrøður støðuna hjá einstaka næminginum. Tað eru eisini tey ungu sjálvi, sum siga frá hjá teimum vaksnu, at tey antin hava tað trupult ella ynskja samrøðu við skúlasálarfrøðingin”, skrivar Djóni N. Joensen í svarinum til Súsonnu Bertholdsen.

Les eisini...  Tíðindasendingin klokkan 17 - 19. apríl 2024

Landsstýrismaðurin metir, at uppgávan er stór, og at trupult er at nøkta tann stóra tørv, sum børn og ung hava á sálarfrøðiligari hjálp, tí verður roynt at finna eina loysn á hesum innan skúlaverkið og í samstarvi við kommunurnar innan dagstovnaøkið.

– Eg havi sett sjøtul á arbeiðið og tikið málið upp bæði við Sernám og kommunurnar. Eg fari eisini í hesum arbeiði at nýta úrslitið av teimum royndum, sum royndarverkætlanin á Skúlatrøð higartil hevur víst, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum.