Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Undantaksstøða í Belgorod í Russlandi

Ein russisk herdeild hevur framt álop í vestara parti av Russlandi, nærhendis markið til Ukraina. Í gjár var undantaksstøða lýst í Belgorod

Í gjár vóru eini boð at lesa á sosiala miðlinum, Telegram, sum verður nógv nýttur í millum annað Russlandi.

– Íbúgvar nærhendis markið! Verið heima. Gerið ikki mótstøðu og verið ikki bangin: Vit eru ikki fíggindin. Ikki Putin líkt, so gera vit einki ímóti vanliga borgararanum og gera okkum ikki dælt av teimum til egin áhugamál. Frælsið er nær!

Stutt aftaná vóru álop framd í ymiskum russiskum býum í vestara parti av Russlandi, nærhendis markið til Ukraina. Tað førdi við sær, at undantaksstøða varð lýst í russiska landslutinum Belgorod.

Talan er um eina russiska herdeild, ið nevnir seg “Frælsið fyri Russland”, sum sigst standa aftanfyri álopini.

Russiska herdeildin, Frælsið fyri Russland, her avmyndað í russiska landslutinum, Belgorod í gjár

Sambært Flemming Splidsboel, sum er granskari á Dansk Institut for Internationale studier, og ofta verður brúktur sum serfrøðingur í miðlunum, tá tað snýr seg um Russland og postsovjetisk viðurskifti, skrivar á sínum Twitter-vanga, at tað eru sjálvbodnir russar í hesari herdeildini, ið eru undir ukrainskum heryvirvaldi. Herdeildin varð sett á stovn í mars í fjør – tað vil siga, stutt eftir russisku innrásina í Ukraina.

Flemming Splidsboel skrivar, at herdeildin hevur sum endamál at stríðast ímóti “okkara fígginda – tjóvarnar, drápsmenninar og krígsbrotsmenninar, ið sita við valdið i Russlandi, og sum hava byrjað hetta ræðiliga kríggið fyri egnan vinning. Tað er eftir, at Russland hevur tikið allar sínar herdeildir úr øllum Ukraina, at vit hava í hyggju at blaka hatta harkaliðið av drápsmonnum og tjóvum út, so vit kunnu byggja eitt nýtt Russland upp”.

Russiskir myndugleikar viðurkenna, at hendan herdeildin er til, tí deildin er skrásett sum ein yvirgangsbólkur og er harvið bannaður. Russiskir myndugleikar siga eisini, at tað var eftir boðum frá Volodymyr Zelendskyj, forseta í Ukraina, at hendan herdeildin bleiv sett á stovn.

Les eisini...  Antin Deni ella Hallur á miðvøllinum

Her er eitt videobrot, sum “Frælsið fyri Russland” legði út í gjár:

Her er eitt lítið videobrot, sum lýsir hesa russisku herdeildina. Fyrivarni skal takast fyri, at tað er ein privatpersónur, sum hevur gjørt hetta videobrotið: