Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bláu leyvurnar úr Sofia

Tann 24. mai 1915 stovnaðu nakrir lesandi í Sofia fótbóltsfelagið Sport Club Levski. Nú verður felagið kallað Levski Sofia og hevur vunnið heili 55 heimlig steyp, harímillum 26 meistaraheiti og somuleiðis 26 steypakappingar. Levski Sofia er einasta bulgarska felagið, sum ongantíð er flutt niður úr bestu deildini.

Felagið, sum er uppkallað eftir bulgarsku kollveltingarhugaðu tjóðskaparhetjuni Vasil Levski, fekk eina minni góða byrjan, tá tað tapti 0-2 fyri FC 13 Sofia. Levski merkir leyvu-líkur og skjótt vann Levski Sofia seg fram millum bestu bulgarsku liðini. Felagið vann fyrsta økismeistaraheitið í 1923, og síðani aftur í 1924 og 1925.

Felagið vann fyrsta meistaraheitið í 1933 og fekk sera góð úrslit eftir seinna heimsbardaga, tá tað vann 5 meistaraheiti afturat millum 1946 og 1953. Síðani tá hevur felagið vunnið fleiri meistaraheiti hvørt áratíggju fram til 2008-09. Samanlagt hevur felagið vunnið 26 meistaraheiti og tað eru bara kappingarneytarnir úr CSKA Sofia, sum hava vunnið fleiri; 31 meistaraheiti.

Levski hevur eisini staðið seg lutfalsliga væl í Europa Cup, har felagið hevur nátt fjórðingsfinaluna fyri steypavinnarar tríggjar ferðir (1970, 1977, 1987) og fjórðingsfinaluna í UEFA Cup tvær ferðir (1976 og 2006). Í 2006 gjørdist Levski Sofia fyrsta bulgarska felagið, sum vann seg í bólkaspælið í UEFA Champions League.