Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Brighton hevur tryggjað Europa League pláss

Í kvøld spældu Brighton og meistarnir Manchester City á The American Express Community Stadium.

Tað var annars City sum legði seg á odda, tá ið 25 minuttir vóru spældir. Málskjúttin var Phil Foden.

7 minuttir fyri hálvleik javnaði Julio Cesar Enciso, sum eisini var hálvleikstøðan.

Norski Erling Haaland kundi lagt City á odda aftur, 10 minuttir fyri leiklok. Men málið bleiv kolldømt av VAR.

Dysturin endaði 1-1 og hettar merkir at Brighton nú endaliga hevur tryggjað sær 6. plássið. Tað gevur somuleiðis atgongd til Europa League næsta kappingarár.

Seinastu dagarnar hevur verið í miðlunum, at Alexis Mac Allister verður skjótt seldur til eitt annað felag. Nøkur Premier League feløg eru áhugað í tann argentinska miðvallaran og seinast hevur Liverpool hoyrt seg um ein møguligan handil við Brighton.