Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Býarverkfrøðingurin í Tórshavnar kommunu: – Trygdin hjá teimum sum arbeiða á Sundsvegnum skal vera í lagi

Fólk hava seinastu dagarnar havt hug at ilskast inn á, at einki vegarbeiði verður gjørt á Sundsvegnum, hóast boðað hevur verið frá hesum, men hesum vísir býarverkfrøðingurin í Tórshavnar kommunu aftur

– Fólk skulu hava í huga, at arbeiðstakarin, ið hevur fingið graviloyvið til arbeiðið at gera vatnleiðing og streymleiðing á økinum við Sundsvegin, arbeiðir eftir sáttmála, har arbeiðið skal verða liðugt tann 15. juni, og ikki eftir tímaløn. Tað er als ikki áhugamálið hjá felagnum at drýggja hetta arbeiði út.

Tað sigur býarverkfrøðingurin og leiðarin í Teknisku deild í Tórshavnar kommunu, Fríður P. Dalsgarð, í samband við, at fólk hava havt hug at ilskast inn á, at einki arbeiði verður gjørt á Sundsvegnum, hóast onnur vegbreytin er byrgt av og tað er einvegis ferðsla omaneftir.

Tað er í sambandi við nýggju íbúðirnar við Sundsvegin, at gerast skal vatnleiðing og streymleiðing til nýggju íbúðirnar har.

Í samband við hetta arbeiði, so skulu rør og annað leggjast undir gongubreytina, men av tí at pláss skal vera fyri nýggjari gongubreyt, meðan arbeiðið er í gongd, so er ikki pláss fyri tvívegisferðslu, sigur býarverkfrøðingurin.

– Trygdin hjá teimum, ið skulu arbeiða við at leggja rør og annað til nýggju íbúðirnar á Sundsvegnum, skal eisini vera í lagi, tí hava vit – í samstarvi við løgregluna – skeltað økið av, sigur Fríður P. Dalgarð við miðlar.fo.

Løgreglan hevur seinastu dagarnar verið á staðnum, har hon hevur vegleitt bilførar um galdandi vegreglur á staðnum, men tveir teir seinastu dagarnar hevur løgreglan skrivað bøtur til bilførarar, ið hava roynt at koyrt niðaneftir Sundsvegnum, hóast ferðslan á vegastrekkinum er einvegis omaneftir. Fyrradagin vórðu 12 bøtur skrivaðar, og í gjár bleiv blokkurin hjá løgregluni tikin fram tíggju ferðir.

Býarverkfrøðingurin leggur afturat, at arbeitt verður 50 metrar í senn, og so verður arbeitt niðaneftir so við og við.

Les eisini...  Havnarnevndin í Havn hevur havnað uppskotinum um tjóðleikhús á Eystari bryggju

Tekniska deild í Tórshavnar kommunu tekur sær av øllum kommunala vegakervinum, bussleiðini og parkeringsviðurskiftum. Eisini hevur Tekniska deild ábyrgdina av vatnveitingini, gøtuljósunum og rakstrardeildini, ið tekur sær av øllum rakstrinum og viðlíkahaldinum av vegum og kloakkum í kommununi.

Sambært Tórshavnar kommunu, so verður vegastrekkið á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – einvegis omaneftir fram til 15. juni 2023. Hetta er tó ikki galdandi fyri bussleiðina, ið koyrir sum vanligt.