Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólk ilskast inn á manglandi vegarbeiði

Hóast eitt vegastrekki á Sundsvegnum er einsrættað, so seta fólk nú spurnartekin við, hvat fyri vegarbeiði talan er um, tí at síggja til hendir einki

Í gott og væl tvær vikur hevur eitt vegastrekki á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – verið einvegis ferðsla omaneftir, tó at bussleiðin kann koyra vanligt.

Løgreglan hevur eisini javnan verið á staðnum, har byrjað varð við munnligum ávaringum, men tveir teir seinastu dagarnar hevur løgreglan skrivað bøtur til bilførarar, ið royna at koyra niðaneftir Sundsvegnum, har ferðslan á vegastrekkinum er einvegis. Fyrradagin vórðu 12 bøtur skrivaðar, og í gjár bleiv blokkurin hjá løgregluni tikin fram tíggju ferðir.

Men nú eru fólk so smátt farin at ilskast inn á, hvat fyri vegarbeiði talan er um, tí at síggja til, verður einki vegarbeiði gjørt, hóast kunnað hevur verið um hetta.

Ein Facebook-brúkari skrivar millum annað soleiðis:

– Altso, hví er hasin vegurin einsrættaður? Har sker ikki ein lort á hasum vegnum.

Miðlar.fo hevur sett seg í samband við Teknisku deild hjá Tórshavnar kommunu, at frætta nærri um vegarbeiðið á vegastrekkinum á Sundsvegnum, har tað er einvegis ferðsla, men leiðarin er í løtuni á fundi og er ikki tøkur til samrøðu.

Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu hevur tó lovað at venda aftur upp á fyrispurningin.