Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hannis Matras: Ein sólskinssøga

Hannis Matras var ein góður málmaður sum yngri, men fekk ein sera drúgvan knæskaða. Eftir drúgva uppvenjing fekk hann knappliga møguleikan í KÍ-málinum, tá Markus Pettersen fekk ein snudd í upphitingini.

Hannis var úttikin til U15-landsliðið í 2014 og seinni sama ár vandi hann sum 14 ára gamal við besta liðnum, tá Mikkjal Thomassen tók við.

Evnini eru neyvan frá fremmandum, tí abbin, Karl Isaksen, leikti samfull 17 ár við besta liðnum hjá KÍ. Hann leikti stundum á landsliðnum og var partur av frálíka 50-ára liðnum hjá KÍ, sum vann 6 meistaraheiti á rað; bara avbrotið av Klaksvíksstríðnum, tá HB vann í 1955 (1952-54 og 1956-58). Árni Dahl sigur soleiðis um Karl Isaksen: “Leikti málverji – kvikur inni á linjuni, dugdi væl at leypa út.”

Karl var eitt sindur tilvildarligt staddur til eina KÍ venjing í 1948 og stóð har til 1964. Samanlagt vann Karl Isaksen 7 meistaraheiti við KÍ. 59 ár seinni lagaði lagnan tað soleiðis, at abbasonurin skuldi royna seg í KÍ málinum – enntá í oddadysti ímóti B36 – og loysti uppgávuna stak væl sum 22 ára gamal.