Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hava nú tillagað skeltingina á Sundsvegnum

Eftir at fólk hava ilskast inn á skeltingina á Sundsvegnum, er skeltingin nú broytt eitt sindur á staðnum

Eftir viðmerkingum, undir greinum um skeltingina á Sundsvegnum at døma, so eru fólk eitt sindur ørkymlaði um, hvørjar koyrireglar eru galdandi á einum ávísum vegastrekkið á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – tí kjakast verður dúgliga um hetta á sosiala miðlinum, Facebook.

Seinastu tveir dagarnar hevur løgregan givið bøtur til bilførarar, tí tey ikki virða skeltingina á Sundsvegnum, har tað greitt stendur, at ferðslan er einvegis omaneftir, men at bussleiðin er undantikin og kann koyra niðaneftir.

Men hvussu er og ikki, so er skeltingin nú broytt eitt sindur á staðnum, so tað nú er koyriforboð fyri persónbilar og prutl.

Okkara útsendi hevur tikið hesa myndina á Sundsvegnum, men tað letur til, at hetta enn ikki hevur hjálpt upp á støðuna, tí bilar royna enn at koyra niðaneftir, hóast tað er einvegis ferðsla omaneftir – bussleiðin undantikin.

Vegastrekkið á Sundsvegnum – frá Birnugøtu til Undir Svartafossi – er einvegis omaneftir fram til 15. juni 2023.