Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jógvan Martin: – Okkara spælarar vóru sera djarvir

Ein sigur, tríggir javnleikir og eitt tap gjørdist endaliga úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síðstu viku tók lut í EfB Elite Cup 2023 í Esbjerg

– Sum heild eru vit sera væl nøgdir við kappingina. Vit spældu fimm tættar dystir, har vit vórðu avbjóðaðir meir enn vanligt, og tað er sera mennandi fyri okkara spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

EfB Elite Cup verður á hvørjum ári spælt í Esbjerg í Danmark, og talan er um eina sera sterka kapping. Umframt føroyska U15-landsliðið, eru luttakandi liðini úr Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi.

Úrtøkan hjá okkara dreingjum var ein sigur, tríggir javnleikir og eitt tap, ið samstundis hevði við sær, at føroyska liðið endaði á einum deildum 5. plássi í kappingini.

– Tað var fantastiskt at síggja tað dirvi, sum okkara spælarar vístu. Í støðum, har vit verða trýstir langt aftur á vøllin, tora vit at spæla, og tað er hugaligt at síggja, at tað, sum vit royna undir venjing, eisini sæst aftur í dystunum.

– Hinvegin, so gekk eitt sindur strilti at gera mál, so í álopspartinum haltaði eitt sindur, og í onkrum dystum góvu ójøvnu grasvøllirnar okkum høvuðbríggj. Men samanunmtikið eri eg væl nøgdur við innsatsin og avrikið hjá okkara dreingjum. Allir sum ein stríddust teir sera manniliga og tordu at spæla fótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U15-landsliðnum við dreingjum er UEFA menningarkapping, sum verður í Norðurírlandi í november.

Magnus Pauli Thomsen og liðfelagirnir fegnast um 1-0 málið móti BK Marienlyst (Mynd: Ingi Arge/fsf.fo)

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo