Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú fáa tey lesandi ein prest

Søkt verður eftir presti at virka millum teirra, ið eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum. Málbólkurin er næmingar á miðnámi og yrkisskúlunum kring landið

Søkt verður nú eftir presti at virka millum teirra, sum eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum.

Tað skrivar fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Talan er um eitt nýtt tíðaravmarkað embæti í fýra ár, men við møguleika at leingja hetta embætið í tvey ár afturat, sambært eftirmeting.

Virkisøkið er miðnámsskúlarnir og yrkisskúlarnir í Føroyum, har málbólkurin eru næmingar á miðnámi og yrkisskúlunum kring landið. Arbeiðið verður skipað í neyvum samstarvi við leiðslurnar á skúlunum.

Høvuðsuppgávur
Tann sum verður settur, kemur í stóran mun at hava ávirkan á innihaldið í arbeiðsuppgávunum í samstarvi við leiðslu skúlans, men skal í høvuðsheitum:

▪ Bjóða samrøður um tilveruspurningar
▪ Veita sálarrøkt
▪ Skipa fyri bólkasamrøðum

Fólkakirkjan.fo skrivar, at umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Dentur verður lagdur á útbúgvingar, starvsroyndir og aðrar royndir, ið kunnu vera viðkomandi í embætinum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt, fyri at umsóknin kann viðgerast.

Neyðugt er eisini við koyrikorti, og ferðast verður við egnum bili kring landið. Endurgoldið verður samsvarandi rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum, skrivar fólkakirkjan.fo.