Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ungt Summar verður aftur í ár

Tórshavnar kommuna skipar aftur í ár fyri tiltakinum Ungt Summar, ið er ætlað ungdómum í kommununi í aldrinum 13-15 ár

Ungt Summar hevur til endamáls at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivnað millum tey ungu í Havn í summarfrítíðini.

Eins og í fjør verða ymsar skapandi verkstovur hildnar í býnum í juli, har tað ber til hjá teimum ungu at menna síni skapandi evni við kønari vegleiðing frá einum verkstovuleiðara.

Talan verður um verkstovur, ið eru á leið tríggjar dagar til longdar, ið øll 13-15 ára gomul í Tórshavnar kommunu kunnu melda seg til. Allar verkstovurnar eru ókeypis. Tær flestu verkstovurnar eru frá kl. 11-15 hvønn dag, men tó eru møguliga onkrar verkstovur, ið byrja fyrr, og eisini onkrar, ið byrja seinni.

Í fjør vórðu verkstovur hildnar í millum annað e-sporti, heimasíðuskapan, livestroyming, sangskriving, seyming, smúkkugerð og tekning. Nakrar av hesum verkstovum vera aftur í ár, meðan nýggjar verkstovur eisini verða lagdar aftrat.

Nærri kunning um tilmelding, verkstovur og tíðspunkt kemur seinni.