Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingur-HB og KÍ-B36 beinleiðis á FM1 í kvøld

Í kvøld siga frásøgumennirnir hjá FM1, Trygvi Absalonsen og Rúni á Reynatrøð frá tveimum dystum, ið eru framskundaðir frá 16. umfari í Betrideildini hjá monnum. Talan er um dystirnar KÍ-B36 við Djúpumýru í Klaksvík, og Víkingur-HB í Sarpugerði í Norðragøtu. Gert Hansen verður viðmerkjari til dystin Víkingur-HB. Dystirnir eru framskundaðir tí hesi fýra liðini skulu kappast í evropeiskum kappingum í summar.