Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vindmyllurnar í Húsahaga fáa møguliga liggjandi gestir

Danska løgmálaráðið hevur heitt á allar kommunur í Føroyar at koma við uppskoti um staðseting av nýggjum fongsli. Tórshavnar kommuna hevur valt fimm øki út til nýggja fongslið, millum annað í Húsahaganum

Danska løgmálaráðið hevur heitt á allar kommunurnar í landinum at koma við uppskoti um staðseting.

Hesin spurningur hevur eisini verið umrøddur í Tórshavnar kommunu, har umsitingin hevur hugt eftir møguligum økjum í kommununi, sum lúka treytirnar í kravfestingini. Víst verður á fimm øki, ið eru hesi: Eitt í Húsahaganum, tvey á Velbastað, eitt á Glyvursnesi og eitt Inni á Gøtu.

Býráðið skal nú taka støðu til, hvar í Tórshavnar kommunu fongslið skal byggjast, um tað yvirhøvur skal byggjast í Tórshavnar kommunu.

Seta ferð á tilgongdina
Føroya landsstýri og danska stjórnin hava skrivað undir eina ætlanaryvirlýsing um at seta ferð á tilgongdina at byggja eitt fongsul í Føroyum. Løgmálaráðið heitir tí á allar kommunurnar í landinum um at koma við uppskotum til staðseting av nýggjum føroyskum fongsli.

Nýggja fongslið skal loysa varðhaldið í Mjørkadali av. Í varðhaldinum í Mjørkadali sita sum meginregla bara fólk, sum hava ein fongsulsdóm, ið er styttri enn 18 mánaðir. Skulu fólk sita longri, so er meginreglan, at hesi fara til Danmarkar at sita dómin.

Við nýggja fongslinum kann væntast, at so at siga allir føroyingar, ið verða dømdir fongsulsrevsing, kunna sita revsingina í Føroyum.

Í seinastuni hevur verið frammi, at tað hevur ringa ávirkan á tey føroysku innsettu at verða send til Danmarkar, har tey í nógvum førum koma í samband við eitt nógv ráari kriminelt umhvørvi, og kenna seg fremmandagjørd, tí tey millum annað skulu tosa danskt, tá tey fáa vitjan úr Føroyum.

Arresthús varð bygt í Havn í 1967, og var hetta í nýtslu, til virksemið bleiv flutt niðan í Mjørkadal sum ein fyribils loysn í 2011.

Les eisini...  Fyrstu námsfrøðilesandi byrjaði í skúlanum

Málið kemur fyri á býráðsfundi í annaðkvøld.

Kelda: torshavn.fo