Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðsbólkur skal kanna tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og avlamin

Eitt skipað tilboð um tannrøkt til eldri og avlamin, sum ikki kunnu nýta vanligu tannrøktartilboðini, er ikki tryggjað við lóg. Nú skal arbeiðsbólkur kanna nærri, lýsa og viðgera tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og avlamin

Tað finnast ikki skipað hagtøl fyri, hvussu nógv fólk í Føroyum ikki fáa tannrøkt, orsakað av heilsustøðu, avlamni ella óhjálpni.

Tí hevur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, sett ein arbeiðsbólk, ið skal kanna nærri, lýsa og viðgera tørvin á einum skipaðum tannrøktartilboði til eldri og avlamin.

Tað ger hon greitt í aftursvari til Anniku Olsen úr Tjóðveldi, sum hevði sett henni ein fyrispurning, har spurt varð um, um landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at tryggja, at eldri og avlamin, ið ikki megna at fara til tannlækna ella tannrøktara fáa ein lógartryggjaðan rætt til hetta.

Í svarinum verður víst á dømi frá í Danmark, har hesi viðurskifti eru lógartryggjaði, og tílíka vitan eiga vit at gagnnýta, heldur landsstýriskvinnan, um so er, at eitt líknandi tilboð skal veitast í Føroyum.

Tá arbeiðsbólkurin er komin við sínum tilmæli, er Margit Stórá sinnað at hyggja nærri at hesum økinum.

Eingin hagtøl
Tannlæknafelagið hevur upplýst, at tað eru fólk, ið av ymsum orsøkum ikki fáa tannrøkt, og tað talið er vaksandi. Felagið hevur tó ikki tøl, ið beinleiðis lýsa hetta.

Síðan 1991 hava tannlæknar í Føroyum skrásett øll skúlabørn fyri tannsjúkur eftir altjóða reglunum hjá Alheimsheilsustovninum (WHO). Við støði í hesum skrásetingum verður ein tannlæknafrágreiðing um kariesskráseting, sum er umbiðin av Heilsumálaráðnum, givin út annaðhvørt ár. 

Nevndin, ið ger frágreiðingina, vísir í fleiri av frágreiðingunum á, at eingi almenn hagtøl viðvíkjandi tannheilsuni hjá teimum vaksnu eru til taks í Føroyum, og heitir á Tannlæknafelagið og privatu tannlæknarnar, í samráð við Heilsutrygd, um at fáa hesi til vega.