Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elias hevur skaða í høvdinum – spælir ikki í kvøld

Tað var í seinnu finaluni millum Sävehof og IFK Kristianstad, at Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ein snudd á høvdið og mátti gevast. Nú er líkt til, at hann ikki verður við í kvøld, tá liðini bresta saman í triðju finaluni, skrivar Göteborgs-Posten

Sjáldan hevur ein hondbóltsdystur verið so spennandi og dramatiskur, tá Sävehof og IFK Kristianstad hittust í seinnu finaluni millum liðini. Dysturin mátti út í longda leiktíð tvær ferðir, og tað var ikki fyrr enn heilt ímóti endanum at dysturin bleiv avgjørdur.

Eftir dystin var tó greitt, at stinni málverjin hjá Sävehof, Simon Möller, spældi við brotnum fóti seinasta part av dystinum, og nú er líkt til, at Sävehof eisini má klára seg uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Göteborgs-Posten skrivar, at Elias verður ikki við í kvøld vegna skaðan hann fekk í høvdið í seinasta dystinum.

Tað er ikki greitt, hvussu longi hann ikki er førur fyri at spæla – ella um hann yvirhøvur spælir fleiri finalur í finaluseriuni millum Sävehof og IFK Kristianstad, sum stríðast um at gerast svenskur meistari í hondbólti.

Í kvøld spæla IFK Kristianstad og IK Sävehof triðja finaludystin millum liðini, ið hava vunnið hvør sín dyst.

Dysturin byrjar klokkan 18 føroyska tíð.