Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólkaskúlaálitið: Lærugreinar skulu býtast upp í fýra fakøki

Arbeiðsbólkurin, sum hevur handað tilmælið um broytingar í fólkaskúlalógini, hevur í sínari viðgerð lagt dent á, at karmarnir í fólkaskúlanum verða skipaðir soleiðis, at fólkaskúlin í øllum sínum virksemi skal hava umstøður og førleika at taka atlit at trivnaði og læring hjá tí einstaka við tí sjónarmiði, at læring og trivnaður óloysiliga hanga saman. Ein rættiliga kollveltandi broyting, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt broytingar í fólkaskúlalógini, skjýtur upp, er at broyta tíma- og lærugreinabýtið og skipa tað prosentvíst í fýra fakøki

Tað eru í ár 25 ár síðan, at galdandi fólkaskúlalóg varð sett í gildi.

Í gjár, 24. mai, handaði arbeiðsbólkurin, sum hevur viðgjørt broytingar í fólkaskúlalógini, landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum, Djóna N. Joensen, eitt tilmælið um broytingar í lógini.

Ein rættiliga kollveltandi broyting, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur viðgjørt broytingar í fólkaskúlalógini, skjýtur upp, er at broyta tíma- og lærugreinabýtið og skipa tað prosentvíst í fýra fakøki.

Fakøkini, sum arbeiðsbólkurin metir eiga at vera, eru:

1. mállærugreinir, sum fevna um føroyskt, danskt og enskt.

2. náttúruvísindi, sum fevna um støddfrøði, heimstaðarlæra, náttúra og tøkni, alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði

3. mentan og samfelag, sum fevna um kristnikunnleiki, søga og samtíð, samfelagsfrøði og landalæra

4. likamlig og skapandi læring, sum fevna um ítrótt, sang, tónleik, tilevning, handarbeiði, smíð og heimkunnleika, í hádeild ítrótt og vallærugreinir innan handaverk og list og týskt

Somuleiðis verður mælt til, at lærugreinabýtið verður gjørt fyri hvønn undirvísingarpart. Undirvísingarpartanir fevna um grunddeildina, miðdeildina og hádeildina.

Aftrat hesum verður mælt til, at alis- og evnafrøði verður kravd lærugrein í hádeild, 7. – 9. flokki, og at tað verður ásett, at tað í mesta lagi kunnu vera 12 næmingar í sambandi við náttúru og tøkni og alis- og evnafrøði eftir somu skipan sum í handaligu og verkligu lærugreinunum.

18 tilmæli
Í álitinum eru 18 tilmæli, har høvuðstilmælini eru at lækka floksstøddina niður til 20 næmingar, at menna tvílæraraskipanina og at umskipa tíma- og lærugreinabýtið, soleiðis at skúlin í størri mun fær sett inn og lagt til rættis viðvíkjandi tørvinum í einstaka flokkinum. Útrokningarnar, sum eru gjørdar, vísa, at átakið at lækka næmingatalið í øllum flokkum í 1.-9. flokki til í mesta lagi 20 næmingar kostar umleið 36 milliónir krónur. Mælt verður ikki til at seta skipanina í verk í einum, men eftir níggju árum, og at byrjað verður við innskrivingini til fyrsta flokk skúlaárið 2024-25.

Les eisini...  Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024

Áherðsla er samstundis løgd á førleikamenning, sum er ein fyritreyt fyri, at skúlin bæði kann skipa samlæring og eina fjølbroytta undirvísing, har dentur verður lagdur á bæði bókligu, handaligu og skapandi lærugreinarnar, umframt fjølbroyttar arbeiðshættir. Umráðandi er at skúlin í sínari ráðlegging  av undirvísingini í hvørjum flokki bæði tekur hædd fyri trivnaði og einari fjølbroyttari undirvísing. 

Arbeiðsbólkurin hevur í sínari viðgerð lagt dent á, at karmarnir í fólkaskúlanum verða skipaðir soleiðis, at fólkaskúlin í øllum sínum virksemi skal hava umstøður og førleika at taka atlit at trivnaði og læring hjá tí einstaka við tí sjónarmiði, at læring og trivnaður óloysiliga hanga saman. Lærararnir skulu røkka einstaka næminginum, samstundis sum vit skapa rúm fyri einari fjøltáttaðari undirvísing. 

Floksstødd, tvílæraraskipan og ein fjølbroytt undirvísing eru grundleggjandi fortreytir fyri at skapa læring, trivnað og tær góðu relatiónirnar í flokkinum, har lærarar hava tíð til einstaka næmingin, so at næmingarnir kenna seg bæði sæddar og hoyrdar. Tað er umráðandi, at fyriskipanirnar í fólkaskúlanum taka hædd fyri hesum, so at næmingarnir uppliva, at læringin bæði er spennandi og viðkomandi, og atlit verða tikin at førleikum, tørvi og evnum hjá tí einstaka. 

Tey, sum hava mannað arbeiðsbólkin eru: Vagn Foldbo, Harriet Hansen, Janus Vang, Erla Olsen,  Janus Haraldsen, Eyðdis Eidesgaard, Jacob Eli Olsen, Rannvá Joensen, Eyðun Gaard, Høgni V. Warberg, og Jenny Lydersen, forkvinna.

Álitið kann lesast HER. 

Kelda: Skúlablaðið