Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgreglan fann 10 kilo av hashi

Eitt felags átak hjá løgregluni og Taks førdi í dag til, at 10 kilo av hashi vórðu funnin í einum bili í dag

Eitt felags átak hjá løgregluni og TAKS førdi í gjárkvøldið til, at funnin vóru knappliga 10 kg av hashi í einum persónbili í Havn.

Ein maður og ein kvinna, sum vóru í bilinum, vóru handtikin, og handtøkan førdi við sær, at ein maður afturat varð handtikin umborð á einum skipi, sum stutt frammanundan var komið til Føroya úr útlondum. 

Øll trý fólkini vóru av ákæruvaldinum framstillað í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti seinnapartin í dag, sigur løgreglan.