Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mikkjal Thomassen er fyri rætt í dag

Ákærin valdi av sínum eintingum at reisa ákæru móti Mikkjali Thomassen, sum er ákærdur fyri í tveimum førum at hava sett fram hóttanir. Rættarmálið móti Mikkjali Thomassen byrjar í dag

Í dag byrjar rættarmálið móti fyrrverandi KÍ-venjaranum, Mikkjali Thomassen, sum er ákærdur fyri 18. September í fjør at hava ført fram hóttanir móti tveimum fólkum í býnum í Havn.

Sambært ákæruritinum, sum FM1 hevur fingið innlit í, er Mikkjal Thomassen ákærdur fyri at hava hótt ein Betri-deildar fótbóltsspælara í matstovuni The Tarv í Havn, har Mikkjal Thomassen skal hava trýst fótbóltsspælaran í bringuna við nevanum og sagt, at hann skal smildra beinini á fótbóltsspælaranum sundur, og at hann skal  oyðileggja fótbóltskarrieruna og sivilkarrieruna hjá honum.

Harumframt er Mikkjal Thomassen ákærdur fyri seinni um náttina á skeinkistaðnum Essabarr í Havn at hava hótt ein fótbóltsdómara í Betri deildini, hesaferð aftur við at trýsta ein neva í bringuna á honum og at siga, at hann skal smildra beinini og oyðileggja bæði fótbóltskarrieruna og sivilkarrieruna hjá dómaranum.

Ákærvaldið valdi av sínum eintingum at reisa ákæru móti Mikkjali Thomassen.

Tveir dagar eru settir av til málið.