Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pláss verður ikki á Frælsinum fyri setursnæmingunum enn

Tað er ikki nokk við verandi skúlabygningi á Frælsinum at húsa teimum næmingum á setrinum, sum í dag eru í Sjóvinnuhúsinum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður

Tá skúlabygningarnir á Frælsinum eru høvuðsumvældir og umbygdir, fer fermetratalið at vera neyvt tað sama sum í dag, og hetta merkir, at tað fara framhaldandi at vanta umleið 2.000 fermetrar aftrat fyri at hýsa øllum teimum lesandi og starvsfólkum, sum eru í Sjóvinnuhúsinum í dag.

Hetta sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu fyri Tjóðveldi.

Ein partur av Fróðskaparsetrinum heldur til í Sjóvinnuhúsinum, men hesin sáttmálin er nú uppsagdur. Annika Olsen vildi tí millum annað hava at vita, um pláss fór at vera fyri øllum hesum næmingunum í skúlabygninginum á Frælsinum, tá hann er liðugt umvældur.

Tað verður tað so ikki, staðfestir landsstýrismaðurin og sigur, at hølistørvurin hjá Fróðskaparsetrinum ikki gongur upp, uttan at onnur høli verða útvegað fyribils.

Djóni Nolsøe Joensen sigur eisini, at ymiskir møguleikar hava verið umrøddir saman við Landsverki, men eingin endalig loysn er funnin.

Ein møguleiki er at kanna, um til ber at seta upp ein fyribils skrivstovubýling á Frælsinum ella í nærumhvørvinum.

Um nýggja kampus á Frælsinum sigur Djóni Nolsøe Joensen, at hetta kann standa liðugt í 2031 ella 2032, um politiskur vilji og fígging eru til ætlanina. Heildarætlanin leggur upp til at byggja tríggjar bygningar á umleið 20.000 fermetrar tilsamans umframt at høvuðsumvæla um 8.500 fermetrar.

Metti kostnaðurin er 1,2 milliardir krónur, men av tí at talan er um bygging yvir eitt longri tíðarskeið, kemur talið vist at broytast vegna príshækkingar og annað.