Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Silvuráin er ofta fongd við gulli

Í Argentina tosa tey um fimm stórfeløg: Independiente, River Plate, Boca Juniors, Racing Club og San Lorenzo.Tann 25. mai 1901 varð argentinska stórfelagið, Club Atlético River Plate, stovnað í Buenos Aires eftir eina samanlegging millum Santa Roas og La Rosales, og tók navn eftir ánni í grannalagnum, Silvuránni, sum skilir Argentina frá Brazil. Fyrsti landsliðsleikarin hjá felagnum, Elías Fernández varð valdur í 1909.

Felagið hevur vunnið meistaraheitið heilar 37 ferðir og tað er metnógv í Primera División. Fyrsta meistaraheitið vann felagið í 1932 og hevði vunnið 11 afturat, áðrenn 1950-árini endaðu. Í sama tíðarskeiði framleiddi felagið fleiri fótbóltsúrmælingar eitt nú Omar Sivori and Alfredo di Stéfano, sum báðir vóru stjørnuleikarar fyri ávikavist Juventus og Real Madrid. Álopsketurnar í 1940- og 1950-árunum vórðu róptar Maskinan.

Síðani komu verri tíðir, men River Plate fótaði sær aftur í 1975, men glæsiligasta árið var 1986, tá felagið vann eitt søguligt trítyssi av steypum: Meistaraheitið, Copa Liberatadores og Intercontinental Cup.

River Plate hevur eitt ógvisligt, týðum eisini blóðugt, kappingarstríð við Boca Juniors, sum eisini er heimahoyrandi í Buenos Aires. Grannauppgerðin, sum verður kallað Superclásico, er eitt tað størsta kappingarstríðið í ítrótti yvirhøvur. Í løtuni hevur Boca munin við 91 sigrum mótvegis 85 sigrum hjá River Plate og 83 javnleikum (bert týðandi dystir taldir við).