Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Trý flogfør afturat til Berlin

Fyrst skuldu trý flogfør til Berlin, men í dag kunnger Atlantsflog, at felagið sendir trý flogfør afturat til Berlin í samband við EM-endaspælið í hondbólti

Fyri stuttum varð boðað frá, at Atlantic Airways fer at senda trý flogfør til Berlin. Men hetta talið er nú tvífaldað.

Tað kunnger Atlantsflog í tíðindaskrivi.

– Áhugin fyri at sleppa til Berlin at stuðla føroyska hondbóltslandsliðnum hjá monnum til EM-endaspælið er so mikið stórur, at vit hava valt at tvífalda talið á flogferðum beinleiðis til Berlin í januar 2024, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, í tíðindaskrivinum.

– Tað merkir, at vit fara at hava umleið 900 setur til taks á seks ymiskum fráferðum í døgunum uppundir dystirnar hjá Føroyum, og tá ferðaseðlarnir eru settir til sølu í komandi viku, eftirmeta vit sjálvandi eftirspurningin so hvørt.

Fyrsta flogferðin beinleiðis úr Vágum til Berlin verður tann 9. januar 2024, tá føroysku landsliðsspælararnir eftir ætlan eisini fara avstað. Síðan verður flogið tríggjar ferðir 10. januar og tvær ferðir 11. januar 2024. 11. januar verður flogið soleiðis, at tey, ið fara avstað hendan dagin, sjálvandi eisini náa til dystin móti Slovenia sama kvøld klokkan 18.  

Heimferðirnar til Føroya verða tann 16. januar 2024.

Prísurin fyri at flúgva beinleiðis til Berlin verður úr 3.595 krónum aftur og fram, og sølan byrjar týsdagin 30. mai 2023 klokkan 13, boðar Atlantsflog frá.