Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt ár í Føroyum – Une Année Feroïenne

Í dag kl. 14.00 verður Lucas Frayssinet úr Fraklandi gestur hjá Stellu Zachariassen í Home & Away á FM1.

Lucas hevur gjørt film, sum kallast Eitt ár í Føroyum – Une Année Feroïenne og sum verður framsýndur í Norðurlandahúsinum mikudagin 31. mai kl. 17.30.

Lurtið við í lurtitólinum ella á heimasíðuni.

(ein góð app at lurta á er Radio Garden)