Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyingar lána minni frá donskum realkredittstovnum

Útlánini frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini eru minkað hetta seinasta árið. Føroyingar lána nú meira frá føroysku bankunum

Útlánini frá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini eru minkaði við umleið 100 milliónum krónum hetta seinasta árið

Tað skrivar Landsbankin á heimasíðu sínari.

Í mars í fjør vóru lánini úr donsku realkredittstovnunum 3,9 milliardir krónur, men í mars í ár vóru tað 3,8 milliardir krónur.

Í sama tíðarskeiði eru útlánini frá føroysku bankunum økt við umleið 700 milliónum krónum – frá 8,9 milliardir til 9,6 milliardir í mars í ár.

Landsbankin heldur, at ein orsøk kann vera, at føroysku húsarhaldini velja føroysk bústaðarlán framum donsku realkredittlánini, er at rentan á fastrentaðum realkredittlánum er økt nógv hetta seinasta árið.