Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forsetin í Georgia boykottar landsins flogfelag

Salome Zurabisjvili, forseti í Georgia, boðar frá, at hon ikki longur fer at flúgva við Georgian Airways. Orsøkin er, at flogfelagið er byrjað aftur við rutuni millum Tbilisi og Moskva

Forsetin í Georgia, Salome Zurabisjvili, fer ikki longur at brúka landsins flogfelag. Orsøkin er, at Georgian Airways er byrjað aftur við rutuni millum Georgia og Russlands, skrivar Reuters.

Sambært forsetanum er hetta ikki rætta tíðina at taka hesa rutuna upp aftur, nú Russland førir kríggj móti Ukraina og enn hevur partar av Georgia hersettan.

– Eg fari hervið at boykotta Georgian Airways, og eg fari at heita á teg at gera tað sama, verður hon siterað fyri at hava sagt á tíðindafundi í síðstu viku.

Hon heldur, at flogfelagið als ikki hevur tikið støðu til, hvat fólkið í Georgia heldur um hetta. Og tað vóru eisini nógv fólk, ið vóru møtt upp at mótmæla uttanfyri flogvøllin í Tbilisi, tá fyrsta flogfarið úr Moskva lendi í georgiska høvuðsstaðnum. Fríggjadagin í síðstu viku byrjaði russiska flogfelagið Azimut flúgvingina, og dagin eftir byrjaði Georgian Airways sína rutuflúgving millum Tbilisi og Moskva, sum felagið nú ger sjey dagar um vikuna.

Flúgving millum Georgia og Russland kemur í kjalarvørrinum av, at russiski forsetin, Vladimir Putin, strikaði kravið um visum fyri georgiskar ríkisborgarar, umframt bannið móti russiskum flogfeløgum at flúgva til Georgia, sum kom í gildi í 2019.

Støðan millum Georgia og Russland hevur verið spent seinastu árini, eftir at Russland hersetti georgisku landaøkini Abkhasia og Suðurossetia, sum annars vóru sjálvstýrandi statir í Georgia.