Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsserfrøðingur: Gunnar Vatnhamar er besta keypið hetta kappingarárið

Gunnar Vatnhamar gjørdi í byrjanini í apríl ein tvey-ára sáttmála við Víking Reykjavík. Tað var ein góð avgerð, heldur fótbóltsserfrøðingur

– Gunnar Vatnhamar er besta keypið hetta kappingarárið.

So bersøgin er Lucas Arnold, ið er fótbóltsgreinari og fótbóltsserfrøðingur, sum ger enskttalandi poddvarp um íslendskan fótbólt.

Hann heldur, at Gunnar hevur staðið sterkt í myndini, og at tað er ein góður spælari, sum Víkingur Reykjavík hevur fingið í sín hóp, har hann vísir á, at Gunnar kann bæði brúkast í verjuni og á miðjuni.

– Eg visti væl, at hann var ikki keyptur fyri at sita á bonkinum í nýggja felagnum, og hann hevur staðið seg sera væl, sigur Lucas Arnold.

Tvey ára sáttmála
Tað var í byrjanini í apríl í ár – beint fyri, at íslendska flytingarvindeygað læt aftur, at Víkingur Reykjavík keypti Gunnar Vatnhamar frá Víkingi, har partarnir gjørdu ein tvey-ára sáttmála.

– Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppaldu leikarum verður seldur til útlandið at spæla, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir, skrivaði Víkingur í samband við, at Gunnar var seldur til Íslands.

Víkingur Reykjavík gjørdist íslendskur meistari í 2021. Í fjør vann felagið steypakappingina, og endaði nummar tvey í íslendsku landskappingini.