Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leysatíðindi – Chelsea vil hava £70 mió fyri Mount

Her eru tey seinastu leysatíðindi í altjóða fótbólti

Manuel Ugarte úr Sporting Lissabon til PSG – Tað franska stórfelagið PSG eru til reiðar at bjóða 60 mió evrur fyri tann 22 ára gamla miðvallarin úr Uruguay, Manuel Ugarte.

Sporting Lissabon liggur í løtuni á einum fjórða plássið og kann ikki røkka Champions League fótbólt næsta kappingarár. PSG fer broyta sín keypspolitik og teir kunnu vantast at gerast stórar útskiftningar í summar.

Manuel Ugarte kom til Sporting í summarinum 2021 úr Famalicão. Hann hevur spælt 47 dystir hettar kappingarárið.

Kelda: Record & Fabrizio Romano

Sannlíkindi: Miðal

Mason Mount úr Chelsea til Manchester United – Sum skilst skal Chelsea hava 70 mió pund fyri 24 ára gamla miðvallaran Mason Mount. Leikarin skuldi verið áhugaður í at skifta til Manchester United, sum bert hevur 1 ár eftir av sáttmálanum á Stamford Bridge.

Manchester United leitar eftir einum miðvallara og hettar kundi væl verið ein loysn fyri báðar partar, tá ið United kann bjóða honum Champions League fótbólt næsta kappingarár.

Liverpool, Newcastle og Tottenham eru eisini áhugaðir, men tað sigst at Manchester United nú eru í pole position fyri at tryggja ein sáttmála við Mount.

Kelda: The Athletic

Sannlíkindi: Miðal

Lucas Hernández úr Bayern München til PSG – Tann 27 ára verjuleikarin er sambært L’Equipe ávegis til PSG. Hernández hevur sáttmála við ta týska stórfelagið til næsta summar og tí kundi tað verða ein møguleiki fyri at Bayern München eru opnir fyri forhandlingar. Men sambært miðlunum eru týskarnir ikki serliga áhugaðir at sleppa sær av við tann franska landsliðsleikaran.

Les eisini...  Juan Hohberg – doyði, livnaði uppaftur, spældi víðari og skoraði

Hann kom úr Atletico Madrid fyri fýra árum síðani. Keypsprísurin var tá knappar 600 mió danskar krónir.

Kelda: L’Equipe

Sannlíkindi: Miðal

Benjamin Pavard úr Bayern München til Inter, Barcelona, Real Madrid, Man Utd ella Liverpool – Tann franski høgra bakkurin er kanska á veg út úr týska stórfelagnum. Sambært týska blaðnum Kicker hava fleiri feløg víst honum áhuga.

Benjamin Pavard hevur eitt ár eftir av sáttmálanum og bleiv so seint sum í vetur settur í samband við einum skifti. Men tá vildi Bayern München ikki selja leikaran.

Kelda: Kicker

Sannlíkindi: Yvir miðal

Angel di Maria úr Juventus til MLS ella Saudi Arabia – Ein av leikarum sum Juventus vantast at siga farvæl við, er tann 35 ára gamli Angel di Maria.

Tann argentinski leikarin hevur spælt á øllum teimum stóru adressum í Evropa og tí kann væl hugsast at hann fer at gera eitt skifti uttanfyri Evropa.

Kelda: 90 min

Sannlíkindi: Yvir miðal