Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Manchester United hava tryggja luttøku í Champions League

Manchester United hava tryggjað sær Champions League næsta kappingarár við sigrinum í kvøld á Chelsea.

Dysturin var á Old Trafford og United skuldi bert brúka eitt stig fyri at tryggja luttøku.

Casemiro legði teir reyðu á odda aftaná 5 minuttir, aftaná einum frísparki frá Christian Eriksen.

Anthony Martial økti um støðuna, beint áðrenn tað var floyta til hálvleiks.

Manchester United pressaði á og tað var í fleiri støðum at heimaliðið kundi økt um leiðsluna.

Umleið 20 minuttir fyri leiklok fekk Bruno Fernandes eitt brotspark. Hann tók tað sjálvur og skoraði sikkurt frammvið Kepa Arrizabalaga.

Marcus Rashford setti tað endaliga punktum í dystinum nakrar minuttir seinni.

Chelsea fekk minka um munin, við málskjúttanum Joao Felix, men tá var ov seint at koma aftur í dystin.

Dysturin endaði 4-1 til teir reyðu djevlarnir.

Fyrsta árið við Erik Ten Haag á odda spælur Manchester United aftur í tí bestu kappingini í Evropa. Seinast teir luttóku í Champions League var í kappingarárinum 2021/22, tá ið teir komu víðari úr bólkaspælinum, men blivu aftaná slidnir út av Atletico Madrid.

Í alt hava United vunnið kappingina 3 ferðir, seinast í 2008.

Manchester United liggur í løtuni á triðja plássið, tvey stig frammanfyri Newcastle.

Hinvegin liggur Chelsea á einum 12. plássið og tað má sigast at verða sera skuffandi fyri Frank Lampard og co.