Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Skifta til umhvørvisvinarligt graslíki í Leirvík

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at taka av tilboði frá Føroya Møblasølu upp á nýtt graslíkið til vøllin uppi á Brekkum í Leirvík

Talan er um sama slag vøll sum Eysturkommuna legði á í Sarpugerði í 2021, og talan er um graslíki, við umhvørvisvinarligari ífyllu – korkfyllu – ið er góðkendur av FSF til Betri-deildina.

– Royndirnar við graslíkinum frá Føroya Møblasølu hava verið sera góðar, og afturmeldingarnar um nýggja graslíki í Sarpugerði hava verið positivar, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen, við heimasíðuna hjá kommununi.

Arbeiðið við at taka vøllin av byrjar í næstum, og eftir ætlan verður nýggja graslíki lagt á seinast í juni. Kommunan sigur, at arbeiðið væntast at taka umleið tvær vikur, og sostatt verður klárt at spæla og venja aftur fyrst í juli.

– Vit vóna, at ungdómurin – og tey ið nýta vøllin annars, verða eins glað fyri nýggja graslíki og tann í Sarpugerði. Tað, at talan er um eina umhvørisvinarliga loysn, er eisini í tráð við hugsjónina hjá Eysturkommunu um støðugt at arbeiða fyri at verða meira umhvørvisvinarlig, sigur borgarstjórin við heimasíðuna.