Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stokkut fronsk gleði

Hóast tað vóru fronsku blaðmenninir hjá L’Équipe, Jacques Ferran og Gabriel Hanot, sum eru fedrar at Europa Cup ella seinni UEFA Champions League, so hevur eitt franskt lið bert vunnið kappingina eina ferð. Tann 26. mai 1993 vann Olympique de Marseille fyrstu kappingina um Champions League-steypið, men teir fingu ikki møguleikan at verja steypið árið eftir.

Undir veingjabreiði hjá klubbformanninum Bernard Tapie blandaði Marseille seg millum europeisku úrvalsliðini síðst í 1980-árunum og fyrst í 1990-árunum, har liðið vann franska meistaraheitið fýra ferðir á rað frá 1989-1992. Liðið var eisini í Europa Cup finaluni fyri meistaralið í 1991, men tapti 3-5 fyri jugoslavisku Reyðu Stjørnu eftir brotsspørk (0-0 í vanligu leiktíðini og eftir longda leiktíð).

Heldur skuffandi reyk liðið út í 2. umfari av kappingini í 1991-92, men spældi seg aftur í finaluna í 1993, har teir møttu fýrafaldu meistarunum AC Milan í München. Hóast tríggir av toppskjúttunum í kappingini (Marco van Basten hjá Milan, og Franck Sauzée og Alen Bokšić hjá Marseille) spældu við í finaluni, so var tað tann lítið umrøddi miðverjin hjá Marseille, Basile Boli, sum skallaði einasta málið í dystinum í 43. minutti.

Fronsku myndugleikarnir dømdu eftirfylgjandi Tapie og Marseille fyri avtalað spæl í kappingarárinum 1992-93. Úrslitið varð, at Marseille misti meistaraheitið fyri 1993 og noyddist tungu leiðina niður í Ligue 2 árið eftir. Teir sluppu at hava Champions League steypið, men vórðu útihýstir frá kappingini í 1993-94.

Olympique de Marseille er framvegis einasta franska liðið, sum hevur vunnið UEFA Champions League ella Europa Cup fyri meistaralið.