Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í bestu deildini, uttandeildarfelag og aftur í bestu deildini

Luton Town og Coventry City møttust í dag í frásáldingardystinum í Championship. Fyri fimm árum síðani spældu bæði liðini í League Two. Bæði liðini kundu sostatt vinna triðju uppflytingina innanfyri seks ár.

Dysturin endaði 1-1 í vanligu leiktíðini og ongi mál komu í longdu leiktíðini, hóast Luton hevði bóltin í málinum móti endanum, men málið varð kolldømt av VAR.

Við at flyta upp í Premier League setti Luton nýtt met, tí felagið er tað fyrsta nakrantíð, sum hevur spælt í bestu deildini fyri síðani at flyta allan vegin niður úr deildunum til uttandeildarfótbólt, áðrenn felagið flutti allan vegin upp aftur í bestu deildina.

Luton spældi fyrstu ferð í the Football League í 1897, flutti fyrstu ferð upp í bestu deildina í 1955-56, áðrenn felagið spældi í 4. deild í 1964-65. Felagið spældi aftur í bestu deildini í 1974-75 og seinastu 10 kappingarárini, áðrenn Premier League fór av bakkastokki í 1992. Síðani komu fleiri fíggjarliga tung ár við nógvum frátiknum stigum, sum at enda førdi til, at Luton flutti niður úr the Football League eftir tríggjar fylgjandi niðurflytingar.

Í 2014 flutti liðið uppaftur í the Football League og síðani vann felagið tvær uppflytingar á rað til the Championship.

Fleiri minnast óivað danan Lars Elstrup, sum gjørdi um seg í Luton álopinum 1989-91 og sum átti sín lut í, at Danmark vann EM 1992, men ein annar enskur áleypari hevur eisini gjørt um seg í fótbóltssøguni.

Luton Town keypti í 1934 Joe Payne frá Bolsover Colliery, har hann fyri tað mesta spældi sum miðframherji, men í Luton spældi hann mest fyri eykaliðið sum hálvbakkur (miðvallarleikari) og varð eisini læntur út til Biggleswade Town.

Les eisini...  Peter A.G. Nielsen á Voxbotn 2024

Payne spældi fyrsta dystin í landskappingini fyri Luton tann 29. desember 1934 ímóti Southend United og hann spældi ein dyst afturat tað kappingarárið. Í kappingarárinum 1935-36 spældi byrjaði hann fýra dystir sum hálvbakkur, har tann seinasti var tann 21. september 1935 ímóti Crystal Palace og hann spældi ikki aftur á besta liðnum fyrr enn 13. apríl 1936 í einum dysti ímóti Bristol Rovers. Orsakað av, at Jack Ball og Bill Boyd vóru skaddir, so spældi Payne sum miðframherji og skoraði 10 mál í 12-0 sigrinum, sum framvegis er met í the Football League. Fyri roysni sítt fekk hann £2 í eykaágóða umframt vikulønina á £4. Árið eftir skoraði hann 55 mál í 39 dystum fyri Luton Town, sum vann 3. deild Suður. 20. mai 1937 spældi hann einasta landsdystin fyri Ongland, har hann skoraði 2 mál í 8-0 sigrinum á Finnlandi.

Í mars 1938 keypti Chelsea Joe Payne fyri heili £5.000.