Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eindarlistin: Føroyskar kvinnur skulu fáa ókeypis fosturtøku í Danmark

Føroyskar kvinnur búsitandi í Føroyum skulu hava somu umstøður til fosturtøku, og føroyskar og danskar kvinnur í Danmark hava, sigur Rosa Lund í Eindarlistanum

Rosa Lund, framsøgufólk í javnstøðumálum fyri danska Eindarlistan, sigur nú, at føroyskar kvinnur, sum búgva í Føroyum, skulu hava rætt til ókeypis fosturtøku í Danmark.

Rosa Lund vísir sambært DR á, at Føroyar hava millum strangastu fosturtøkulóggávu í Evropa, og hon metir, at Danmark tí skyldar føroyskum kvinnum, at tær fáa møguleikan at koma til Danmarkar at fáa fosturtøku, til føroyska lóggávan verður broytt.

Sum støðan er í dag fáa føroyskar kvinnur atgongd til ókeypis fosturtøku í Danmark, um tær antin hava bústað í Danmark, ella um tær eru í Danmark í lestrarørindum.

Men hetta skal eisini vera galdandi fyri kvinnur, ið búgva í Føroyum, heldur Ro Lund.

Tað eru ikki allar útreiðslur, ið skulu dekkast av tí almenna, sigur Rosa Lund, tí útreiðslur til ferðaseðlar, uppihald og annað mugu einstøku kvinnurnar sjálvar syrgja fyri, heldur hon.

Sambært DR vísa tøl frá danska heilsumálaráðnum, at 13 føroyskar kvinnur búsitandi í Føroyum fingu fosturtøku í árunum frá 2014 til 2018.

DR hevur biðið um viðmerking frá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi fyri Javnaðarflokkin, men hann vil ikki gera greitt, hvørt hann er fyri ella ímóti uppskotinum frá Eindarlistanum.

Sjúrður Skaale sigur, at Javnaðarflokkurin hevur ikki eina felags støðu í málinum, men at greiður meiriluti er í flokkinum fyri, at kvinnur skulu hava seinasta orðið, tá tað kemur til fosturtøku.