Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ferðamannaskip rent á land á Tvøroyri

Franska ferðamannaskipið Le Bellot hevur borið við land við Delta Seafood á Tvøroyri. Nógvur vindur er á fjørðinum, sigur havnameistarin

Franska ferðamannaskipið Le Bellot bar í dag við land, tá skipið royndi at leggja at á Tvøroyri.

Tvøroyrar Havn sigur, at nógvur vindur er á Trongisvágsfirði, og at gronin á Le Bellot tók í, har við Delta Seafood.

Skipið hevur ikki fingið stóran skaða, og tað lekur ikki.

Ein losbátur er í løtuni á veg suður frá Mest, sum skal hjálpa Le Bellot at leggja at, tí tað er torført at halda gronuni á skipinum vekk frá grótkastinum í vindinum, sigur Tvøroyrar Havn.

Le Bellot er 130 metrar langt, og í løtuni eru 100 fólk umborð – hetta er bæði ferðafólk og manning.