Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyska mansliðið longu aftur í eldin í kvøld

Tað bleiv til eitt tap fyri Kýpros í gjárkvøldið, men longu í kvøld bresta Føroyar og Kýpros saman aftur í høllini á Hálsi

Føroysku flogbóltsmenninir byrjaðu sína Silver League kapping í gjárkvøldið ímóti Kýpros. Dysturin endaði við ósigri 3-0 í settum. Liðini spæla longu aftur ímóti hvørjum øðrum í kvøld.

Nakað av spenningi var undan fyrsta dystinum í gjárkvøldið í Silver League. Lítil munur var á liðunum í styrkismetingunum hjá CEV, men á vøllinum var munurin nakað størri. Hóast Føroyar tapti, so var settmunirnir ikki stórur og spenningur var allatíðina í dystinum.

Í øllum trimum settunum kom Kýpros rættuliga langt framum í byrjanunum av settunum, og tí skuldi føroyska liðið berja seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist væl í fyrsta settinum og síðsta settinum, sum tó ikki koppaðu til føroyskan fyrimun.

Settmunurin var 22-25, 15-25 og 19-25.

Tað var rættuliga sjónligt, at føroyska liðið ikki spælir nóg nógvar landsdystir og høvuðstrupulleikin var, at botnstigið í Føroyska verjuleikinum var ov lágt, umframt at Kýpros kom ov lættliga til stig. Hetta var serliga sjónligt við nógvum vánaligum servumóttøkum.

Spælarin, sum vann Føroyum flest stig í gjárkvøldið, var Ólavur Johannesen við níggju stigum.

Skal føroyska liðið gera sær vónir at koma víðari í Silver League-kappingini, so skal dysturin móti Kýpros vinnast í kvøld.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.

Kelda: Flogbóltssamband Føroya